Ingibjørg Poulsen luttók í kúluvarpskapping í Tróndheimi sunnudagin 5. juni, og gjørdist úrslitið eitt 2. pláss vid 9,20 m.
Sjálv sigur Ingibjørt, at hon er væl nøgd um avrikið. Ikki minst, nú hon at kalla als ikki hevur vant seinasta hálva annað árið.
Ingibjørg er í Noreg í útbúgvingarørindum, og hetta hevur tikið somikið nógv av tíð, at venjingarnar hava verið sera fáar. Tað hevur so eisini við sær, at hon ikki verður partur av føroyska Oyl-liðnum, sum í ár fer til Hetlands.
Annars luttók Ingibjørg fyri gamla felag sítt í Danmark, Aalborg Atletik og Motion, í liðkappingini í elitudeildini í Odense. Hetta var í mai-mánaði. Har bleiv úrslitið tvey 4. pláss, í kúlu við 9,37 m og hamar við 32,85 m. Tad gav 8 stig til felagið, sum gjørdist nr. 2 í fyrsta innleiðandi umfarinum av DT-kappingini (Danmarks turneringen).