Í hesum jóladøgum er torført at ímynda sær, at onkur føroyingur er, sum ikki er í jólahýri. Anna Nygaard er jehova vitni, og hon hevur ongantíð havt tørv á at halda jól. Hóast floksfelagarnir hjá Annu Nygaard í fólkaskúlanum høvdu jólahald, jólasjónleik og jólahugna, so hevur Anna Nygaard ongantíð verið partur av hesum, og hevur heldur ongantíð saknað tað.
-Eg havi ongantíð saknað, at verið partur av jólatiltøkunum, sum onnur hava verið við til, sigur Anna Nygaard.
N
ú vit skjótt skriva 2011, kann Anna Nygaard hyggja aftur á árið, sum brátt er farið við eini góðari kenslu.
-2010 hevur verið eitt fantastiskt ár, og hevur verið árið, sum veruliga setti ferð á mína karrieru, sigur Anna Nygaard.
Frá at verða púra grøn tónleikaliga í byrjanarrunduni í X-Factor, hevur Anna Nygaard nú latið frá hondum eina fløgu, og hon er blivin eitt kent andlit í Danmark so væl sum í Føroyum.
-Tað, sum eg eri mest glað fyri er, at eg havi givið eina fløgu út. Tað er dreymurin hjá mongum, at geva sítt egna tilfar út, sigur Anna Nygaard.
Føroyingar fáa um jólini høvið at hoyra eina LIVE framførslu frá Annu Nygaard, tá hon verður gestatónleikari til ársins Planet Awards, sum verður 29. Desember í DEEP.