Anna Maria konsert í Fríðrikskirkjuni

- Vit sungu teir, tá vit vóru børn - í gleði eins og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum.

Anna Maria Olsen fer í annaðkvøld at hava konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Konsertin byrjar klokkan 20.

 

Hon hevur júst givið út nýggja fløgu, sum hevur heitið Sálareygað. Talan er um eina fløgu við kendum sálmum, og tað eru hesar sálmar, sum hon fer at framføra í kirkjuni.


Sjálv sigur Anna Maria sigur um Sálareygað, at flestu hava tilknýti til sálmar.

 

- Vit sungu teir,  tá vit vóru børn, og flest øll syngja teir enn - í gleði eins og í sorg, í ljósum løtum eins og í dimmum. 

 

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu vísir hon á, at felags fyri sálmarnar á fløguni er, at teir fyri hana hava ein serligan týdning.