Annaðleiðis kaffistova á Biskupstøð

Fríggjadagin lat upp ein spennandi kaffistova á loftinum á Kunningarstovan, sum liggur á Biskupstøð.

Tey hava innrættað seg við gomlum innbúgvi frá Dugna við hugnaligum sofum, stólum, borðum og lampum, ið kundu sagt mangar søgur.

Av tí at talan um er um hølini, sum Listaskúlin heldur til í, har Archibald Black undivísir í vetrarhálvuni og tí hesi eru næsti grannar barnaheimi hansara, hevur Kunningarstovan valt at kalla kaffistovuna, Archie´s.

Á Biskupstøð liggja Bókasavnið, Kunningarstovan og Heimavirkið lið við lið. Frá Kunningarstovuni kannst tú ganga turrskøddur inn til Heimavikið og umvent, har er hurð ímillum. Tí hevði Heimavirkið eisini bakað vaflur til høvið, so tað reyk so lokkandi um nasarnar og bjóðaðu tey eisini vaflur og kaffi aftur við á pallinum uttanfyri.

Kaffistovan Archie´s, sum í fyrstani verður opin tað tíðarskeið, Kunningarstovan er opin kl. 9 – 17, verður bert í summarhálvini - til Listaskúlin, sum er undir kvøldskúlaskipanini, letur upp aftur eftir heystfrítíðina.