Anna Katrin Egilstrøð fer solo

Hon er serliga kend sum mystiska songkvinnan í altjóða bólkinum Valravn. Men komandi hálva árið fer hon at arbeiða einsamøll við eini soloútgávu.

- Eg eri ræðuliga yvirraskað, eg eri stolt, eg sigi takk! var fyrsta reaktiónin, tá vit fingu fatur á Onnu Katrin Egilstrøð beint eftir handanina.
Tað tók eina góða løtu áðrenn ársins songkvinna kom upp á pallin eftir planetini.
- Eg hevði seriøst slett ikki væntað hetta, og eg helt, at tað bara var familjan hjá mær, sum atkvøddi fyri mær, segði hon smílandi. Hon var tí í niðaru hæddini, tá handanin fór fram.
- Eg eri ræðuliga yvirraskað, eg veit slett ikki ordiliga hvussu eg havi tað, sigur hon.

Fer solo
Anna Katrin er serliga kend fyri at vera sangarinna í tjóðarblandaða bólkinum Valravn. Tey hava fingið framúr góð ummæli bæði her heima og í Danmark.
Tá hon verður spurd um komandi árið, letur hon ongan iva vera um, at hon hevur onkrar ætlanir. Hon vil tó ikki avdúka alt ov nógv.
- Eg eri júst farin í gongd við eitt nýtt prosjekt, sum eitur Akat, og tað fari eg at arbeiða seriøst við komandi hálva árið, og gera eina fløgu við Akat

frá sjónleiki til tónleik
Anna Katrin Egilstrøð fór til Danmarkar sum sjónleikari, men tað var skjótt, at hon skifti til tónleikin.
-Tú ert meiri nakin og sárbar, tá tú ert tónleikari, og tí var tað meiri avbjóðandi fyri meg. Og eg gjørdist sera áhugað í at læra meiri um tónleikin.
Hóast Valravn er ein brakandi sucess, sum hevur spælt konsertir kring um í heiminum, m.a. hava tey júst verið í Japan, so er Anna Katrin framvegis ein bygdaslig genta av Eiði. - Eg eri eitt náttúrubarn, og um eg ikki ferðaðist so nógv, so hevði eg ikki búð í Danmark.
- Næsta ár eg vóni eg at koma runt ymsa staðni í heiminum. Eg vóni at vera meiri í Føroyum, men heimurin er stórur, og eg ætli mær at koma longur út enn bara Danmark, slær hon fast.