Evropeiska flogferðslueftirlitið Eurocontrol sigur, at flogfeløgini flúgva umleið helmingin av teimum 28.000 flogferðunum, sum tey eftir ætlanini skuldu flúgva í dag. Eurocontrol sigur, at dagurin í dag er tann frægasti síðani hósdain í síðstu viku, tá gosøskan úr Íslandi stongdi luftrúmið hjá fleiri londum.
Sambært eftirlitinum eru umleið 95.000 flogferðir avlýstar í Evropa síðani hósdagin.
Danska luftrúmið er stongt og verður í fyrsta lagi latið upp klokkan eitt í nátt.











