Anna Faroe á Summar Festivalin

Songkvinnan, sum fekk gjøgnumbrot í Danmark í fjør, fer at syngja á Summar Festivalinum í august.

Anna Faroe gjørdist landskend í Danmark, tá ið hon tók lut í X Factor kappingini í fjør. Har vísti hon seg sum ein av bestu sangarunum í kappingini nakrantíð, og hóast hon ikki vann kappingina, var hon ein av

stóru profilunum.

 

Eftir X Factor gav Anna Faroe fløgu út í Danmark, og hon hevur eisini havt nógvar framførslur niðri. Anna hevur eisini javnan vitjað heima í Føroyum og havt framførslur.

 

Nú er hon til reiðar at fara á størsta pall í Føroyum, tí í august syngur Anna Faroe á Summar Festivalinum.

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.