Anna er millum favorittarnar hjá Danske Spil

Skal ein trúgva oddssetarunum, so verður Anna drúgv í X-factor kappingini, og tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at hon dettur úr kappingini í annaðkvøld Tað ber ikki einans til hjá føroyingum at atkvøða fyri Onnu Nygaard til X-factor kappingina fríggjakvøldið. Tað ber eisini til at fara í eina kiosk ella á netið og seta pening á hana, sum samlaðan vinnara.

 

Oddssetarnir hjá Danske Spil hava hesi vinnaraoddsini uppá teir 9 luttakarnar í X-factor kappingini :

 

Thomas = 2,50

Jesper = 2,50

Anna = 6,50

The Fireflies = 7,50

In-Joy = 14,00

Tine = 15,00

Daniel = 22,00

Peter = 25,00

8210 = 35,00

 

Danske Spil hevur eisini sett odds uppá hvør glíður út úr X-factor kappingini longu í annaðkvøld. Oddsini eru hesi :

 

8210 = 2,50

Peter = 3,00

Daniel = 5,50

Tine = 7,00

In-Joy = 9,00

The Fireflies = 16,00

Anna = 20,00

Jesper = 35,00

Thomas = 35,00

 

Sum sæst á yvirlitinum, so eru oddssetarnir hjá almennu donsku veddingarfyritøkuni, sum P/F Ítróttarvedding í Føroyum samstarvar við, rættiliga vísir í, at Jesper og Thomas koma í finaluna, og at Anna Nygaard fylgir teimum ein stóran part av teininum.