Á yngri árum var Anna David eitt poppnavn í Týsklandi og hon hevði onki havt ímóti, um hon aftur gjørdist eitt navn har.
Sum 14 ára gomul fekk danska Anna David plátusáttmála í Týsklandi, og tað gekk henni rættiliga væl. Síðani eru útgávur komnar á donskum og enskum, men nú roynur hon seg aftur í Týsklandi.
Útgávan verður á enskum, men Anna David skrivar tilfarið í Týsklandi, har hon eisini vónar at fáa útgávuna á marknaðin.
Ætlandi kemur útgávan í september.