Ann Kristina við í toymi, sum framleiðir nýggja app

Hetta er digitala bókin til foreldrini at savna minnir og hendingar hjá børnunum í

Nógv foreldur hava eina bók, sum tey skriva í, tá børnini læra at venda sær, grulva, missa tenn og so framvegis. Tvilo er bókin um barnið, ið øll foreldur hava liggjandi, bara hendan bókin er í digitalum hami - nevniligi eini app, sum verður á marknaðinum í juni mánaði.

 

 

 

Í dag var heimasíðan almannakunngjørd. Á síðuni er møguligt at fáa kunning um appina, og at skriva seg á ein lista, so tú fært teldupost, tá appin er klár. 

 


- Vit hava valt at gera appina, av tí at vit halda at hetta er nakað, ið manglar á marknaðinum. Tað eru fleiri appir, ið kunnu bjóða ein part av tí, ið Tvilo ger, men tað er eingin app, sum samlar alt á einum staði. Um alt gongur eftir ætlan, so verður appin klár á marknaðinum í juni mánaði, sigur hon.

 

 

Á appini fer at bera til hjá foreldrum, at upprætta ein profil til barnið, og leggja myndir, sjónbrot og annað út appina.

 

 

Til ber eisini at goyma upplýsingar, so sum hædd, vekt, fyrstu tonn, fyrstu ferð barnið fer til gongu, onkrar skemtiligar hendingar, tekningar hjá barninum og so framvegis á profilinum. Á tann hátt hevur tú alt savnað á einum staði, sum tú kanst goyma og leggja til ígjøgnum allan uppvøksturin hjá barninum, greiðir Ann Kristina Svabo Simonsen, sum er sett sum Social Media Manager á Tvilo, frá

 

 

-Við Tvilo kanst tú geva familju og vinum møguleika at fylgja barninum á appini, og á tann hátt kanst tú trygt vísa teimum myndir og annað av barni tínum, uttan at nakað verður almannakunngjørt. Á tann hátt er tað tú, og bara tú, ið ræður yvir hvør hevur atgongd til hvat, sigur Ann Kristina Svabo Simonsen.

 

-Vit ynskja at Tvilo skal verða eitt hjálparamboð til allar barnafamiljur, ið ger gerandisdagin lættari, og savnar allar upplivingar og minnir á einum staði, sigur Ann Kristina Svabo Simonsen.