Ann elskar jól og er altíð fyrireikað til jólini

- Mær dámar væl tann einfalda stílin, so eg brúki ikki so nógv pynt, men eina rúgvu av ljósum.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma? 

 

- Eg elski jól, og mær dámar sera væl at hugna um, so eg eri altíð fyrireika. 

Tað sigur Ann Gullstein. 

Hevur tú pyntað til jólar? 

- Eri eri altíð liðug at pynta seinast í november. Mær dámar væl tann einfalda stílin, so eg brúki ikki so nógv pynt, men eina rúgvu av ljósum.

 

Ann Gullstein leggur aftrat, at uttanfyri hevur hon lýsandi ljósketur. 

 

Hevur tú jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? 

 

- Tey seinastu árini hevur træið verið úr plasti. Hetta er partvís tí, at tað altíð vóru onkur smádjór at finna.

Hon sigur, at hon eisini hugsar um at verja náttúruna, og tí heldur hon, at trøini kunnu fáa frið at veksa. 

- Vit plaga at pynta jólatræið umleið 10. desember, sigur hon. 

Eru jólagávurnar keyptar, og hvussu nógvar verður tað til?

- Eg eri byrjað at keypa jólagávur, men tær eru ikki so nógvar nú sum fyrr. Eg keypi einar 20 jólagávur, sigur Ann Gullstein.