Anja Andersen skal venja Serbia

Tá Serbia tekur ímóti Rumenia í tveimum EM-undankappingardystum í mai mánaða, verður tað við fyrrverandi stórspælaranum á danska landsliðnum og núverandi venjaranum hjá Slagelse, Anju Andersen, við róðrið.
Anja Andersen hevur játtað, í fyrsta lagið, at standa á odda fyri serbiska landsliðnum í tveir dystir. Eftir dystirnar í mai skulu Serbiska hondbóltssambandi og Anja Andersen tosa saman aftur um eitt møguligt longri samstarv.
Við Ritzau sigur Anja Andersen:
-Eg havi sagt ja til tilboðið, tí eg síggi stórar møguleika í serbiskum hondbólti, og tí eg síggi møguleikar fyri at vinna gull í teimum stóru kappingunum.
Anja Andersen heldur kortini eisini fram sum venjar hjá Slagelse IF.