Anita Ryggshamar Nysted er sett í starv sum varaskúlastjóri við Vágs Skúla.
Anita Ryggshamar Nysted er útbúgvin lærari frá Hjørring Seminarium í 1998. Hon hevur drúgvar royndir sum lærari. Hon hevur starvast í Porkeris skúla frá 1998 til 2009 og í Vágs skúla síðani 2009.
Anita tekur við starvinum sum nýggjur varaskúlastjóri 1. september 2016. Verandi varaskúlastjóri, Elsebeth Magnussen, fer tá frá vegna aldur.
Í fjør fekk skúlin nýggjan skúlastjóra, tá John Henrik Holm tók við eftir Óla í Hjøllum. Sostatt er leiðslutoymið í skúlanum nýtt.