Anita hevur 33 koyggjur

Tað hevur verið spekulerað í, um tað var ein koyggja til hvønn av manningini, men tað er tað.

Tað hevur verið spekulerað í, um tað var ein koyggja til hvønn av manningini, men tað er tað.

 

Líka síðani vanlukkuna umborð á Anitu fyri hálvum øðrum mánað síðani hevur verið spekulerað og gitt um talið av koyggjum umborð á garnabátinum.

 

Tað var greitt, at tá fyrrverandi eigarin átti skipið hevði tað bert 18 koyggjur umborð, men kortini vísti tað seg, at 33 mans vóru við Anitu, tá vanlukkan hendi.

 

Tí hevur verið gitt, at tað vóru tveir mans til hvørja koyggju.

 

Men nú upplýsir Sjóvinnustýrið, at Anita hevur 33 koyggjupláss.

 

Í einum svari upp á fyrispurning sigur Hans Johannus á Brúgv soleiðis:

 

- Ein tekning yvir skipið vísir, at 33 koyggjupláss eru umborð.

 

Tað merkir, at umbyggingin í Spania gekk út upp á at útvega fleiri koyggjupláss.