Anita farin til fiskiskap

Nýggja garnaskipið Anita hjá Vibergi Sørensen í Trongisvági, Anita, hevur nú verið til fiskiskap í umleið ein mánað.

Viberg keypti skipið úr Letlandi á sumri í fjør. Fyrst varð skipið á beding í Litavia, har tað varð klassað, umbygt til garnaskip og fekk bláa litin hjá gomlu Anitu.

Tíðliga í fjør heyst kom Anita til Føroya, og síðan hevur ymiskt verið gjørt, soleiðis at skipið kundi fara á sín fyrsta túr tíðliga í hesum árinum.

Viberg Sørensen, reiðari, sigur, at Anita hevur verið til fiskiskap í umleið ein mánað, og sum heild heldur hann, at skipið riggar, sum tað skal.

- Men skipið hevur ligið leingi. Tað er umbygt, og tað fer at taka sína tíð at fáa alt upp at koyra, sigur reiðarin.

17 mans eru við Anitu, sum virkar veiðina umborð.

- Veiðan er havtaska, sum verður arbeidd og fryst til útflutnings. Vit hugsa serliga um spanska marknaðin, sigur Viberg Sørensen.

Skipari á Anitu er Ragnar Sørensen, sum er sonur reiðarans.

Anita er umleið 47 metrar long og 10 metrar breið. Skipið, sum hevur eina minni verksmiðju og frystilast, er smíðað í Noregi í 1987.