Tað er brot á lógina, tá ið manningin á garnabátinum ikki hevði arbeiðsloyvi í Føroyum. Tað er niðurstøðan hjá løgregluni.
Sostatt verður útlendska manningin á Anitu send av landinum. Men myndugleikarnir meta ikki, at tað grundarlag fyri at burturvísa manningini úr Føroyum og sostatt er eingin forðing fyri, at hon kemur aftur, sigur løgreglan í eini fráboðan beint nú.
Útlendsk manning við einum føroyskum skipi skal hava arbeiðsloyvi, um so er, at skipið er regluliga í føroyskari havn. At vera regluliga í føroyskari havn, er at vera í havn 10-15 ferðir um árið.
Men tað telur eisini við, tá ið ið bátur verður brúktur at sigla ímillum land og skipið, hóast skipið sjálvt ikki er í havn, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur eisini biðið um rættarfund, so at teir fimm útlendingarnir við Anitu kunnu geva eina frágreiðing um umstøðurnar umborð.
Hetta er fyri at Sjóvinnustýrið kann meta um, antin lógin er brotin, eisini lógin um trygd á sjónum.
|