Á hvørjum ári ferðast hundraðtals føroyingar til Danmark at luttaka á Roskilde Festivalinum. Í dag hevur Roskilde Festivalurin almannakunngjørt, at eitt nú bólkurin Animal Collective spæla á ársins festivali.
Seinast bólkurin var at hoyra á Roskilde Festivalinum var í 2006, har bólkurin framførdi á Pavilion-pallinum. Síðani 2006 hevur bólkurin fingið stóra viðurkenning, og framgongdin hevur millum annað ført við sær, at bólkurin er eitt stórt navn innan alternativan og eksperimentalan tónleik. 10 fløgur hevur bólkurin givið út.
Roskilde Festivalurin hevur eisini almannakunngjørt, at Action Bronston, Flatbush Zombies, Joey Bada§§ og Danny Brown eisini framføra.
Umframt hetta er greitt, at Sigur Rós, Slipknot og Queens of The Stone Age verða á festivalinum í ár.
Hetta veit heimasíðan hjá Gaffa í dag.