Vektin hjá kvinnum hevur stóra ávirkan á, hvussu angribollin virkar.
Tað benda kanningar nú á, upplýsir Apotekið á síni heimasíðu.
Angribollin, sum fæst, er av slagnum, Norlevo, og tað fæst í handkeypi á apotekinum.
Men nú benda kanningar á, at hann er rættiliga óálítandi at taka hjá kvinnum, sum viga yvir 75 kilo.
Og hjá kvinnum, sum viga yvir 80 kilo, hevur hann onga ávirkan.
Angribollin verður nýttur av kvinnum fyri at sleppa undan at gerast við barn eftir óvardað samlegu.
Apotekið sigur, at tað er annar heilivágur at fáa til endamálið, men tað krevst resept frá lækna fyri at fáa hann.
Men virknaðurin av tí heiliváginum kann eisini vera tengdur at, hvussu nógv, kvinnan vigar.
Apotekið mælir tí kvinnum, sum viga yvir 75 kilo, og sum hava tørv á einum angribolla, til at seta seg í samband við læknan, heldur enn at líta á angribollan.
|