Angri ikki eg bleiv venjari

Tað sigur Andreas F. Hansen, sum legði dómarafloytuna á hyllina eftir farna kappingarár, og tók við starvinum sum venjari hjá kvinnunum hjá Kyndli

Hann er best kendur í hondbóltsheiminum, sum ein av okkara altjóða dómarum. Hann er avgjørdur í sínum avgerðum og letur ikki trýstið ávirka. Eftir farna kappingarár valda hann at leggja dómarafloytuna á hyllina.
Nú er hann venjari hjá besta kvunnuliðnum hjá Kyndli, og tað er ein avgerð hann als ikki angrar.
- Tað havi eg ongantíð, sigur Andreas F. Hansen, sum saman við Sophus Dal-Christiansen er venjari hjá Kyndli.
Kyndil vann steypafinaluna 19-14.

Angri tað ikki

Andreas er vanur við at taka torførar avgeðir, og avgerðin um at gerast venjari í staðin fyri dómarin tykist tí verða ein væl umhugsað.
- Eg haldi tað er spennandi at verða við til at menna eitt lið, og Kyndil er eitt lið við nógv møguleikum. Tað er deiligt, at tað arbeiði eg og Sophus Dal-Christiansen hava gjørt í ár hevur ført til gull í steypakappingini, nú vóna vit bara at tað aftur verður til gull seinni í ár, sigur Andreas, sum ásannar, at tað er øðrvísi at verða venjari heldur enn dómari til eina steypafinalu.
- Tað er eisini stuttligt at verða dómari og verða ein partur av eini steypafinalu, men tað er øðrvisi at verða venjari. Tí ert meiri ein partur av spælinum og tað kennist næstan líka sum tá tú spældi sjálvur, sigur fyrrverandi altjóða dómarin og heldur fram.
- Tað er stórur munur á. Tú hugsar nógv meiri hondbólti. Vit spældu mánakvøldið og fyri uttan kæruna, so hugsar tú alltíð um hvat tú kanst gera í hesar 60 minuttirnar. Eg vil siga meginpartin av teimum 24 tímunum, sum eru í samdøgeinum, hugsar tú um hondbólt, sigur Andreas F. Hansen um at vera venjari í mun til dómara.

Illa spæld finala

Tað bleiv ongantíð nøkur dreymafinala millum grannarnar Kyndil og Neistan. Seinastu árini hevur Neistin verið omaná, men nú eru tær uttan Barbaru Brauer, sum er flutt av landinum, Marjuna Danberg, sum er langtíðar skadd.
- Dysturin var ikki væl spældur. Heldur ikki frá okkara síðu. Tað hendir ofta tá ein spælari blívur mansvardur, og blíva tað so tvær mansverjur, so blívur tað til fýra móti fýra. Tá fært tú ikki spælt tað spælið, sum tú hevur vant. Tá blívur tað meiri til spælara móti spælara, meðan vit dekka við flatari verju og lata Neistan spæla sítt spæl, tí vit meta at vit hava tamarhald á tí. So verjuspælið var til UG, meðan álopsspælið var ávirkað av mansverjunum, staðfestur venjari hjá Kyndli.

Kyndlaliðið er í menning og fleiri av spælarunum gera sjónlig framstig fyri hvønn dyst tær spæla. Í ár hevur eisini eydnast Kyndli, at halda Neistanum undir tjúgu mál í trimum innanhýsisdystum hetta kappingarárið, vísur Andreas F. Hansen á.
- Vit hava hildið teimum undir tjúgu málum í trimum dystum undan finaluni. So eg vónaði at vit kundu halda teimum niðri á 15 til 18 málum. Tað eigur at verða nokk til at vinna. Tað er lættari at byrja við at skipa eina nýggja verju, enn tað er at arbeiða við álopsspælinum. Tí hava vit arbeitt miðvíst við at fáa styrkt verjupartin, sigur Andreas, men hevur bjartar vónir fyri framman.
- Vit hava spælararnir til at spæla betri álopsspæl. Tað tekur bara tíð at tora at taka ábyrgt. Eitt dømi er Anna Brimnes, sum í dag og í Vestmanna torir at taka ábyrgt. Vit hava ein góða stammu á liðnum til at spæla góðan álopshondbólt. Tað kemur við tíðini, sigur Andreas F. Hansen.



Kunsturin at fáa yngri og eldri at spæla saman

Kyndil er mannað av tveimum bólkum av spælarum. Tað er 94, 95, go 96 árgangurin, sum hevur spælt nógv saman, og so eru tað teir royndu spælararnir.
Kyndlaliðið hevur sostatt fleiri spælarar, sum hava spælt saman leingi, men tær hava ikki royndirnar at stýra einum dysti. Til tað hevur Kyndil spælara sum Anju Heinadóttir, Jórun Ludvig, Simona Petersen og Randi S. Wardum, meðan Kristinu Griksaite verjur málið.
- Tað er rætt at vita hava fleiri spælarar, sum hava spælt saman síðani tær vóru ungar, men á vøllinum, so eru tað mangan ein eldri og so ein av teimum yngru, sigur Andreas.
Hann leggur eisini dent á, at liðið má spælast væl saman, og vísir til seinnu hálvfinaluna í Vestmanna.
- Tá skjýtir Simona Petersen tíggju mál, men tá so lið velja at mansverja hana, so er týdningarmikið at vit hava nøkur onnur vápn. Tey blíva vit eisini betri til at brúka, sigur Andreas víðari.
Millum tær, sum í dag gera seg galdandi á besta liðnum, og sum hava spælt saman leingi eru Anna Brimnes, Anna Sofía Hjalt Mohr, Bjarta Johannesen, Gurðið G. Eystberg, Ásleyg Súnadóttir, umframt Turið Arge Samuelsen og Bára Mortansdóttir, sum ikki eru tøkar í løtuni.

Kæran ávirkaði

Tað var rættuligt rok í høllini í Vestmanna, tá Kyndil við seinasta kastinum í dystinum vann seg í hálvfinaluna. VÍF kærdi dystin, tí mett var at dómaraparið hevði gjørt skeivt í ávísari hending í fyrra hálvleiki. Leingi var óvist hvussu leikur var farin fram, men tað endaði at Aganevndin avvísti kærina, tí VÍF ikki hevði fylgt galdandi mannagongdunum. Hendan kæran ávirkaði upptaktina hjá Kyndlakvinnunum.
- Kæran hevur fylt ótrúliga nógv hjá okkum. Líka til klokkan 16 mikudagin, tá úrskurðurin kom frá HSF, hava spælararnir ikki hugsað um finaluna. Eg skilji væl, at tað var keðiligt hjá VÍF. Tað er altíð keðiligt at ivamál skulu stinga seg upp, men tá so úrskurðurin kom, so fingu spælararnir boð um at nú er bara at hugsa um leygardagin, tá finalan er, sigur Andreas F. Hansen.

Hava besta liðið

Kyndil byrjaði við at tapa fyrsta dystin í steypakappingini, men tær svaraðu aftur og standa nú sum favorittar at vinna FM eisini.
- Vit hava ikki gjørt tað so gott í steypakappingini. Vit tapa heldur óvæntað greitt í fyrsta dystinum móti VB. So var trýst á at vinna í Klaksvík móti Stjørnuni, men tað gera vit so. Síðani spæla vit tveir dystir móti VÍF, har báðir dystirnir enda við einum máli á muni, so tú kanst siga at brekkan hevur verið brøtt til tíðir.
- Tað er býtt av mær at standa her og siga, at vit fara at vinna FM. Men tað ætla vit okkum. Tað er málið nú. Eg haldi at vit hava liðið, sigur Andreas F. Hansen avgjørdur.
Hetta er heilt greitt ikki endin á hesum Kyndlaliðnum, men heldur byrjanin, sum tað ljóðar á venjaranum. Andreas F. Hansen hevur tikið lopið um síðulinjuna til venjara, og her er eins nærlagdur og hann var sum dómari.

Geir eigur sín part

Geir Wardum hevur verið venjari hjá fleiri av kvinnunum hjá Kyndli, síðani tær vóru smágentur. Hann gavst í fjør sum venjari kvinnunum. Hetta er fyrstu ferð, at hesin árgangurin hjá Kyndli vinnur gull í vaksnamannahondbólti.
- Eg eri so glaður teirra vegna. Eg føli at eg eigi part í hesum og tað var ótrúliga stuttligt at síggja tær vinna, sigur Geir Wardum, sum hevur vant spælarar sum Annu Brimnes, Bjartu Johannesen, Guðrið G. Eystberg, Ásleyg Súnadóttir, Turið Arge Samuelsen og Biritu Mortansdóttir síðani tær vóru áleið tíggju ára gamlar.
- Tað byrjaði longu í fjør, tá vit vunnu eina dystin í FM finaluni móti Neistanum. Tær eru mentar nógv og kunnu røkka nógv longur, leggur Geir Wardum afturat.
Hann ásannar, at tú skalt duga at steðga, tá man spælarar og og venjari eru troytt av hvørjum øðrum.
- Eg havi altíð fortalt teimum, at eg havi ein ágrýtan stíl og tað skilja tær. Men tað kom ein tíð, har tað var rætt at steðga, tí vit vóru blivin nærmast troytt av hvørjum øðrum, sigur Geir Wardum, sum vann gull sum partur av venjaratoyminum hjá mansliðnum hjá Kyndli.


Fakta:

Neistin-Kyndil 14-19 (6-10)

Málskjúttar

Neistin: Bára Hansen 6(1), Jacklin Durhuus 3, Rakul Augustinussen 2, Nicoleta Radu Hansen 2,Eir M. Berg 1

Kyndil: Simona Petersen 6(4), Jórun S. Ludvig 3, Anna Brimnes 3, Bjarta D. Johannesen 2, Bára K. Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Anja Heinadóttir 1, Gudrun R. Olsen 1

Brotskøst: Neistin 2/1, Kyndil 4/4

Útvísingar: Kyndil 2

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Gert Hansen