Angelina Johannesen sett í starv sum ukraiinskur tulkur

Angelina kemur at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov.

 

Angelina hevur útbúgving sum tulkur og umsetari og sum lærari í enskum  á Master-støði, umframt at hon hevur eina bachelorútbúgving innan búskap og fígging.

 

Hon hevur starvast sum tulkur og umsetari millum enskt, russiskt og ukraiinskt í fleiri ár í Ukraina.

 

Hon hevur eisini starvsroyndir í Føroyum, her hon hevur tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.

 

Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar. Tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir.

 

Her verður serliga hugsað um dagstovnar, skúlar, barnaverndartænastu, barnatannlækna, kvøldskúla og kommununa annars eisini sum starvsstað. Fyribils er talan um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.