Angelica og Hilmar 80 ár

Í juli í fjør høvdu tey verið gift í 60 ár og kundu halda diamantbrúdleyp. Mánadagin 14. september í fjør fylti hann 80 ár, og nú mánadagin 1. mars fyllir hon 80 ár. Talan er um hjúnini Angelicu og Hilmar Danielsen, hon úr Havn og hann úr Húsavík.

Umframt at tey eru ein býarmynd í Havn, eru tey helst best kend frá Yamaha knallert- og skutarahandlinum í Bøkjarabrekku, sum tey róku í meira enn 30 ár.


Angelica sæst ofta í býnum við hundinum Silvu, umframt at hon gongur til Bingo í Pálsstovu.

Hon hevur faktiskt fingið sær ein nýggjan hund eftir at tann fyrri Silva doyði í fjør, 17 ára gamul.


Hilmar gongur høgt upp í fólbólt. Hann er íðin HB viðhaldsmaður, og í enskum fótbólti er Chelsea hansara lið. Hann hevur eisini bát, sum hann eisini gongur høgt uppí.


Hilmar og Angelica eiga 6 børn: Gunnbjørn, Beinta, Frants, Katrin, Jákup og Sámal. Barnabørnini eru 12 í tali og eitt langabba- og langommubarn.


-red