Sendingarnar við Angelu og Hannibal eru sera væl dámdar. Børnunum dáma væl sendingarnar, tí at tær er stuttligar og undirhaldandi. Nú kemur ein nýggj sending við Angelu og Hannibal. Sendingin eitur Klú, og hon verður í átta pørtum. Navnið kemur av enska orðinum clue.
Sendingin er ein krimi, har ið Hannibal og Angela eru detektivar, og tey skulu royna at finna eina rakett, sum ein norðoyingur hevur stolið. Norðoyingurin eitur Ib Ullrik, og hann ætlar sær upp á Mánan við rakettini.
Klovnurin Hannibal sigur, at tey hava bara fingið jaligar afturmeldingar frá fólki um tær sendingarnar, sum tey hava gjørt. Tey eru bæði pedagogar, og teimum dáma væl at gera undirhald til børn.
Sendingin verður ein partur av vetrarskránni hjá Kringvarpinum.