Angela og Hannibal í Føroyahúsinum

Sunnudagin vitjar Føroya kendasta gyklara par, Angela og Hannibal, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Angela og Hannibal hava merkt, at stórur áhugi eisini er fyri teimum millum yngri føroyingar í Danmark

Sunnudagin klokkan 15 fara Angela og Hannibal at vitja í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir tey bæði, ið eru kend frá sjónvarpi og pallframførslum kring landið. Nú hava tey merkt, at áhugi eisini er fyri teimum millum yngri føroyingar í Danmark. Tí fara tey nú at framføra í Føroyahúsinum.
- Hetta byrjaði við, at ein dani, ið hevði tilknýti til SMS, sá okkum, og tí vildi hava okkum til Danmarkar at framføra, sigur Angela.
- Vit búgva nú bæði í Danmark. Trølla Pætur og Omman hava roynt seg í Danmark, og tá vit nú eru her, so hugsaðu vit, at vit kunnu eisini royna okkum her niðri, sigur Angela.
Plakatin hevur hingið í Føroyahúsinum eina tíð.
- Ein drongur, ið hevði sæð plaktina, kom til mín í Føroyahúsinum ein dagin. Hann spurdi; koma tit úr sjónvarpinum og heilt hertil?, smáflennir Angela.
- Vit fara at royna okkum við eini veruligari framførslu, sum vit kenna frá Angelu og Hannibal og so hava vit okkurt annað eisini, t.d. føroyskar sangir, sigur Angela, ið sigur, at áhugi er fyri teimum í Danmark og at heitt eisini hevur verið á tey um at vitja í Danmark við Fres, men hetta er nakað, ið tey mugu umhugsa.
- Føroysk børn í Danmark fylgja eftir øllum at døma við í tí sama, sum børn í Føroym, sigur Angela, ið eisini hugleiðir um teirra framførslur, at tær eru av slíkum slag, at tær røkka yvir mørk, so sum aldur og tungumál.
Um fleiri framførslur verða í Danmark við Angelu og Hannibal, er støða ikki tikin til enn.