Angela mátti á sjúkrahúsið aftan á avhoyring hjá løgregluni

Ein sjónbandsupptøka úr avhoyringarrúminum hjá løgregluni í býnum Schrewport hevur skelkað amerikanska fólkið

Tann 17. novembur í fjør tók løgreglan í Schrewport í amerikanska statinum Louisiana ta 42 ára gomlu Angela Garbarino á løgreglustøðina, tí hon hevði drukkið í meira lagi. Á sjónbandsupptøkuni úr avhoyringarrúminum á løgreglustøðini sæst, at Angela vil sleppa at ringja til ein ella annan, men at løgreglumaðurin Wiley Willis, sum er í rúminum saman við henni, sigur nei.

 

Tað sæst eisini, at kvinnan hevur ikki hug at samstarva við løgreglumannin, tá hann vil hava hana at blása í alkomátingartólið. Ístaðin fyri roynir hon at sleppa út úr rúminum, og tað en dar við, at hon verður løgd í hondjørn og sett á ein stól.

 

So sløkkir Wiley Willis upptøkutólið í avhoyringarrúminum, og tá tað verður tendrað aftur, liggur Angela Garbarino í einum blóðhyli á gólvinum við brotnari nøs, tveimum brotnum tonnum og bláum eygum. Løtu seinni kemur ein sjúkrabilur á løgreglustøðina eftir henni og koyrir hana á eitt sjúkrahús.

 

Í sjónvarpssendingini Good Morning America hevur Angela Garbarino greitt frá, at løgreglumaðurin bukaði seg, eftir at hann hevði sløkt upptøkutólið. Løgreglan sigur, at hon datt og fekk skaða í andlitið.

 

Tann 5. februar fekk Wiley Willis sekkin, men hann hevur kært avgerðina. Síðani málið kom fram í sjónvarpinum, hava tvær kvinnur afturat meldað Wiley Willis fyri óregluliga framferð í arbeiðinum, skrivar blaðið The Schrewport Times.