Anfinn og Jóannes teir fyrstu við fullar løgmanspensjón

Treytin fyri at fáa løgmanspensjón er, at tú hevur verið løgmaður. Men tað er ikki ásett, hvussu leingi, tú hevur verið løgmaður. Hevur tú t. d. verið landsstýrisfólk í sjey ár og løgmaður í eitt ár, so hevur tú rætt til fulla løgmanspensjón.

Ein skipan er eisini við, at starvsaldur úr løgtinginum telur við.

Tveir løgmenn eru farnir frá við fullari eftirløn eftir galdandi skipan. Teir eru Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard. Teir fáa fulla løgmanspensjón, sum er 60 prosent av løgmanslønini - 60 prosent av 693.778 krónum, sum er 416.267 krónur um mánaðin, ella slakar 35.000 krónur um mánaðin.

Liva teir í 15 ár sum pensjónistar, so kosta teir landskassanum 6,3 milliónir krónur. Liva teir í 25 ár sum pensjónistar, so kosta teir landskassanum 10,4 milliónir krónur.

Kaj Leo Johannesen klárar eisini fullan pensjónsaldur, um hann situr hetta samgonguskeiðið.

Men hetta kann løgtingið broyta. Og broyta tey skipanina soleiðis, sum nevndin mælir til, so fara komandi løgmenn, sum sita í sætinum í átta ár, »bara« at kosta landskassanum eina millión krónur.

Sambært løgmanni fer landsstýrið nú at viðgera málið politiskt.

Hetta kemur sjálvandi at ávirka tey átta, sum sita í landsstýrinum. Seks teirra hava eftir galdandi skipan longu spart sær upp til fulla landsstýrispensjón, tá hetta valskeiðið er av.
Tey seks eru:
Kaj Leo Johannesen
Johan Dahl
Bjørn Kalsø
Jørgen Niclasen
Jacob Vestergaard
Karsten Hansen