Anfinn Kallsberg – avdúkar sambandsmuruna í Fólkaflokkinum

Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum avdúkaði formaðurin í Fólkaflokkinum tað ótrúliga – at Fólkaflokkurin arbeiðir betur saman við Sambandsflokkinum og fær meira burturúr saman við honum enn saman við Tjóðveldisflokkinum.

Áki Andreasen

Tað er gott, at tað umsíðir rivnaði fyri eygunum á fyrrverandi “fullveldis” løgmanninum í Føroyum. At tað so hendi á sjálvum landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, tað ger hendingina enn meira gleðiliga – tí harvið staðfesti Anfinn Kallsberg, at hann og Fólkaflokkurin ikki sótu í samgongu við Tjóðveldisflokkinum við tí endamálið at vinna føroyingum og Føroyum fullveldi. Men at endamálið var at góðtaka “neyðloysnir”, sum danska stjórnin legði fyri dagin.

Spælið um valdi hjá Fólkaflokkinum.
Tá fullveldissamgongan bleiv skipað, vóru vónirnar bjartar. Men tað skuldi tó vísa seg at vera ein tungur róður at rógva – tí Fólkaflokkurin segði eitt og vísti eitt annað. Øll minnast brotnar avtalur, og hvussu Anfinn Kallsberg nýtti løgmansembæti at verja sín egna persón.
Sjálvstýrið og fullveldi fyri okkara land hevur so lítið at siga fyri Fólkaflokkin, at eingin í hesum flokkinum himprast við at nýta frælsstríðið í kalda og eirindaleysa leikinum um at sleppa at sita í samgongu og harvið halda seg framat “valdsfatinum”. Tað vísti seg, at flokkurin var ikki sinnaður at fremja ítøkiligu málini á fullveldisleið – tí er lætt at sita í hesari samgonguni og slúka alt sum verður sent til Føroyar til undirskrivingar. Danskir ráðharrar og danskir embætismenn fáa tað teir vilja frá sitandi samgongu og Fólkaflokkinum.

Tjóðveldisflokkurin og semjurnar.
Eg haldi tað er langt frá veruleikin, tá Anfinn Kalsberg á landsfundinum sigur: “- Tann leisturin, vit nú ganga eftir í hesi samgonguni við yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini, er sami leistur, sum vit arbeiddu við í undanfarnu samgonguni”. Anfinn Kallsberg veit væl, at Tjóðveldisflokkurin ikki kann góðtaka at ein samgonga avreiðir avgerðarrætt til eina danska stjórn, sum henda samgongan hevur gjørt. “Vit halda okkum til føroysku viðmerkingarnar”, segði Anfinn Kallsberg tá lógirnar blivu samtyktar – men hvør veit um hesar viðmerkingarnar? Eru tær sendar ST – soleiðis sum Anfinn Kallsberg lovaði? Og hvat virði hava viðmerkingarnar í veruliga politiska lívinum?
Tjóðveldisflokkurin gav seg nógv í seinastu samgongu – nógv meira enn hann skuldi gjørt. Og tað er ikki rætt at siga at Tjóðveldisflokkurin er “handlingslammaður”, tá talan er um stig á fullveldisleið. Tað er einfalt ein spurningur um at telva seg fram til eina virðiliga loysn, har samráðingarnar eisini ganga føroyskum sjálvstýrisstríði á møti og ikki bara eru einvegis krøv og harraboð av Christiansborg.
Tá er ikki talan um at vinna Føroyum og føroyingum stig á flullveldisleið. Hví skuldi danir vera “snikkarar” til uppskot sum ger at teir missa vald í Føroyum...kom nú Anfinn, tú kann ikki billa tínum landsmonnum slíkt skvaldur inn!


Sigur nógv um Fólkaflokkin!
Á landsfundi Fólkafloksins segði Anfinn Kallsberg eisini: “Tað sigur ikki so lítið um føroyskan politikk, at tað er lættari at vinna fram á sjálvstýrisleið við Sambandsflokkinum, enn við Tjóðveldisflokkinum”. Guð viti um Føroya fólk skal gráta ella flenna. Um formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at eitt fullveldisstríð verður vunnið við at bakka og bakka og koma við undanførslum um ein “politiskan veruleika” og geva Tjóðveldisflokkinum skuldina, so eru vánirnar ringar fyri sjálvstýris hugsandi fólkafloksfólk.
Frælsið verður ikki givið – tað má takast, eisini við samráðingarborðið – og at Fólkaflokkurin trívist, og heldur at danskt vald er í lagið – tað sigur ikki nakað nýtt um føroyskan politikk, men eina og aleina nógv um Fólkaflokkin.