Anfinn fer at nýta lobbyvirksemi

Anfinn Kallsberg vil fegin hjálpa løgmanni við málinum um heimildarlógina. Hann fer at nýta sítt tilknýti til politisku topparnir á Christiansborg, sigur hann

Marjun Dalsgaard
???????

Krókapolitikkur verður tað kallað í skemti, stendur í Donsk - Føroysku orðabókini, sum Føroya Fróðskaparfelag gav út í 1995. Á donskum "lobbyisme" og til krókatutl er Anfinn Kallsberg fúsur.
- Eg kenni nógv fólk, ið hava stóra ávirkan, og eg fari heilt sikkurt at brúka tað í hesum málinum, sigur Anfinn, spurdur um, hvat hann fer at gera, nú løgmaður hevur heitt á hann og Høgna Hoydal um at steðga grønlendsku heimildarlógini ið at verða samtykta, áðrenn samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina eru lidnar.
Fyrrverandi løgmaðurin vil fegin hjálpa tí núverandi.
- Eg haldi, at tað er fínt, at løgmaður heitir á okkum, nú málið er komið í fólkatingið - og eg eri púra samdur við Jóannes Ejdesgaard í hesum, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vil tó ikki siga meira um, hvussu hann ferð at arbeiða í krókunum, bert at hann gjøgnum sítt politiska tilknýti til stjórnarflokkin, Konservativa Fólkaflokkin og gjøgnum persónligt vinarlag við nógvar gamlar rottur á Christiansborg fer at hála í nakrar træðrir.
- Eg fari at nýta lobbyvirksemi - møguliga til at ávirka ráðharrar, sum hava við lógina at gera antin til at broyta hana innihaldsliga, ella leggja hana til síðis eina tíð, sigur Anfinn Kallsberg, sum ætlar sær niður á Christiansborg í sambandið við málið um grønlendsku heimildalógina. Anfinn Kallsberg heldur tó ikki, at lógaruppskotið beinleiðis er brot á demokratiska mannagongd.
- Hatta er eitt lógaruppskot, sum viðvíkir Grønlandi, og tað kemur sum so ikki okkum við - ein lóg, sum er kunngjørd í Grønlandi, kann aldri vera bindandi fyri Føroyar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann heldur tó at mannagongdin í prinsippinum er skeiv, nú Føroyar eru nevndar í lógaruppskotinum, og uppskotið verður lagt fram, hóast at løgmaður hevur heitt á forsætismálaráðharran um at bíða við tí.

Mynd: Anfinn
- Eg kenni nógv fólk, ið hava stóra ávirkan, og eg fari heilt sikkurt at brúka tað í hesum málinum, sigur Anfinn Kallsberg


Biðja Fogh bíða
Norðuratlantsbólkurin heitir nú á danska forsætismálaráðharran um at bíða við uppskotinum um grønlendsku heimildarlógina
Tey trý umboðini í Norðuratlantsbólkurin hava nú heitt á danska forsætismálaráðharran um at bíða við at leggja grønlendska lógaruppskotið um uttanríkispolitisku heimildarlógirnar fyri fólkatingið.
Í skrivi til Anders Fogh Rasmussen í dag siga Høgni Hoydal, Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist, at tað er í stríð við fólkaræðisligar meginreglur, at grønlendska lógaruppskotið eisini inniheldur ásetingar um Føroyar, uttan at samráðingarúrslit millum føroyskar og danskar myndugleikar fyriliggur.
Norðuratlantsbólkurin heitir tí á forsætisráðharran um at bíða at við at leggja grønlendska lógaruppskotið fyri fólkatingið, inntil samráðingarúrslit fyriliggur millum donsku og føroysku stjórnina.