Anfinn & Co: Lova storm yvir Vágsbø

Fyri tveimum árum vóru Anfinn & Co rendir upp á stóra pallin at spæla, tá veðurlíkindini forðaðu útlendskum bólkum at koma til landið til tíðina. Og hetta var vorðið sum framførsla! Nú eru teir aftur klárir til enn eitt tørn á Summar Festivalinum..

“Eg eri ein glæviiiiir.... Havnamæviiiiir”. Orðini verða nærum drigin út í tað óendaliga í venjingarhølunum í Dávavirkinum í Klaksvík, tá Anfinn Nielsen við eyðkendu røddini hitar upp til eitt brak av eini konsert á Summar Festivalinum 2009. Við eini framúrskarandi manning afturat sær sjálvum ivast hann onga løtu í, at framførslan í ár verður eins góð – um ikki enn betur – enn tiltikna konsertin á SF 2006, tá Anfinn & Co vegna seinkingar hjá teim útlendsku bólkunum hálvgum endaðu sum eitt høvuðsnavn á stóra pallinum.

- Tann framførslan var jú heilt fantastisk fyri meg. Hatta var jú slett ikki meiningin, men stóra mannarúgvan var alvorliga við uppá tað! Har var heilt proppað av fólki, sum øll stóðu og sungu við, minnist Anfinn aftur á løtuna.

Tað hevur tó ongantíð verið gamalt fyri raskar menn at leggja seg hvílandi niður á laurberjabløðini, so í farnu viku fór Anfinn saman við bólkinum undir venjingarnar til avbjóðingina fyri framman; nevniliga eina framførslu á SF 2009, sum skal blása alt og øll púrasta umkoll.

Við eini framúrskarandi manning, sum umframt Anfinn Nielsen telur Magna Husgaard, Mikkjal Hvannastein, Petur Hans Niclasen, Fróða Baldvinsson, Jens Paula Joensen og Karl Martin Samuelsen verða gomlu løgini latin í ein nýggjan, nógv meira rokkutan ham og hoyrist tað heilt týðiliga út frá venjingarhølunum, at talan her er um svangar menn, sum vilja trýsta hvønn tann einasta tónan út í nakað, sum veruliga kann fáa fólk upp at koyra.

- Eg havi tveir fantastiska dugnaligar gittaristar við mær hesuferð – og tað fer at hoyrast! Teir hava fingið nærum frítt spæl, so nøkur av teim gomlu løgunum eru rættiliga nógv broytt. Til tað betra, sjálvandi, lovar Anfinn.

Anfinn gav í septembur 2008 út nýggja fløgu og hevur hesin bólkurin tí spælt regluliga saman fram til jóla sama ár. Men við einum burturstøddum oddamanni hevur verið longri millum venjingarnar í nýggja árinum, so nú verður koyrt á við venjingum næstan hvønn dag.

- Stemningurin her úti í Dávavirkinum millum okkum menn er ótrúliga positivur, so eg gleði meg ótrúliga nógv til endiliga at sleppa at standa á pallinum aftur, sigur Anfinn og lovar, at teir allir fara at gera sítt allarbesta fyri at geva festivalgestunum eina heilt serliga uppliving.

Á skránni verða sjálvandi kend løg sum “Útsalg, “Cirkus Tingens” og “Í Skúrið”, men pláss verður eisini gjørt fyri løgum, sum klaksvíkingurin búsitandi í Nólsoy hevur latið úr hondum í nýggjari tíð.