Tað gongur væl hjá Liverpool í løtuni. Liðið liggur til at vinna Premier League fyri fyrstuferð síðani 1990.
Umframt tað, so hevur Liverpool leingi havt ætlanir um at umbygt leikvøllin hjá sær, Anfield Road.
Nú sær út til at tekningarnar eru við at vera lidnar og gongur sum ætlað, kann nýggi leikvøllurin verða klárur í 2016.
Liverpool hevur allatíð havt ætlanir um at umbygt leikvøllin, ístaðinfyri at byggja nýggjan leikvøll. Væntandi verður sáttmáli undirskrivaður um at umbyggja Anfield Road í summar.
Útbygdi leikvøllurin skal eftir ætlan taka 53.500 fólk, í mun til 45.276 sum passa inn á leikvøllin nú.
Harumframt verður ymiskt á leikvøllinum broytt. Millum annað verður tað sokallaða "Hillsborough memorial" flutt eitt vet. Ætlanin er at "Hillsborough memorial" skal eita "96 Avenue" og at hon verður aftanfyri "the Main stand".
Shankly gates verða eisini við á leikvøllinum, men enn hava arkitektarnir ikki funnið pláss til tað.
Umboð fyri Liverpool siga við dailymail.
- Tað vil verða fantastiskt fyri felagið, um vit klára at flyta góðu gongdini á vøllinum, til eisini at umfata ein nýggjan leikvøll.
- Vit hava gjørt klárt beinavegin, hvat vit ynskja á tí nýggja leikvøllinum og nú sær út til at tekningarnar fáa tað mesta við. Vit eru væl nøgd við tað, ið er við í tekningunum. Eisini eru vit glað yvir at vit kunnu halda fram á Anfield, við at gera tað meira moderna. Tað er fantastiskt fyri felagið.
Men enn er sáttmáli ikki undirskrivaður um at umbyggja Anfield. Tað ljóðar tó at tað er heilt nær við.