Klokkan 14.07 í dag rógva Anetta Cecilia Eidesgaard og Rannva Lava Olsen í innleiðandi »heati« við HM í rógving í Litava.
Tær báðar føroysku kvinnurnar umboða Danmark í U23 í »fýrara outrigger« við HM, ið verður hildið í býnum Trakai í Litava í hesum døgum.
Á myndini situr Rannva fremst í bátinum, meðan Anetta situr næstaftast.
Til ber at fylgja við í heatinum hjá teimum báðum føroyingunum á heimasíðuni www.worldrowing.com/live-results