Hetta hendir í sambandi við dystin, tá ið Frakland var fyri eyðmýkjandi 2-0 ósigri fýri Meksiko.
Í hálvleikinum hevði franski landsliðsvenjarin at Anelka, tí hann metti ikki, at hann spældi nóg væl og tað fekk stjørnuna úr Chelsea at leypa framav. Í miðlum er hann endurgivin fyri at hava kallað franska venjaran fyri ein ?skitnan horuson?.
Hann slapp ikki aftur á vøllin at spæla seinna hálvleik og tá ið hann noktaði at biðja um eina almenna umbering, var lagna hansara á franska landsliðnum í veruleikanum avgjørd. Og í dag boðaði franska fótbóltssambandi alment frá, at Anelka varð sendur til hús.
Men kanska fer franska landsliðið heim beint í hølunum á honum, tí týsdagin skulu teir spæla ímóti Suðurafrika og teir hava staðið seg so illa, at tað skal einki minni enn eitt satt undur til, skal tað eydnast fransmonnum at koma víðari í kappingini