Anelka til Chelsea

Nú skuldi tað verið greitt: Nicolas Anelka verður Chelsea-leikari. Partarnir eru samdir og nú eru bert seinastu smálutirnir eftir millum feløgini bæði Tað hevur leingi ligið á ljóðið, at Chelsea vildi hava franska álopsleiðaran Nicolas Anelka frá Bolton, sum skrivaði fimm ára sáttmála við áleyparan fyri ári síðani.

Og nú er greitt, at Anelka í seinasta lagi í morgin verður Chelsea-leikari. Sjálvur er hann vorðin samdur við Londonfelagið um eina vikuløn á 90.000 pund, umleið eina millión krónur.

Seinastu samráðingarnar millum Bolton og Chelsea eru ikki heilt lidnar enn, men Bolton hevur meldað út, at teir vilja hava meiri enn 12 milliónir pund fyri leikaran, og tá Chelsea longu hevur boðið 15 milliónir tykist alt leyst og liðugt.

Chelsea hevur trupulleikarar við áleyparum, tí bæði Drogba og Kalou eru til African Cup, og Schevchenko er skaddur. So tað er bert Pizzaro eftir, tí vongurin Malouda er eisini skaddur.

Annars skrivar Nicolas Anelka søgu við hesum transferinum, tí hann gerst nú leikarin, sum er handlaður fyri mest pengar, tilsamans 86,5 milliónur pund, og táttar altso í milliardina. Metið framman undan átti Juan Sebastian Veron, sum er handlaður fyri 77,2 milliónir pund, áleið 850 milliónir krónur, skrivar enska blaðið The Sun