Andy Gray umhugsar at stevna Sky Sports

Við enskar miðlar sigur Andy Gray: - Eg eri ógvuliga skakur um, at viðmerkingarnar hjá mær í samband við dystin millum Wolves og Liverpool gjørdist alment kendar. Tað var ætlan mín at biðja um eina almenna umbering í samband við dystin millum Bolton og Chelsea tveir dagar seinni. Men hetta fekk eg ikki høvið til, tí eg arbeiðsgevarin hevði tá suspenderað meg. Fótbóltur er mítt lív, og eg harmist stórliga um at hava mist arbeiðið, sum eg havi elskað at framt í yvir 20 ár, sigur Andy Gray.

 

Sambært bretska blaðnum ?Daily Mirror? kennir Andy Gray seg stungnan í ryggin av Sky Sports, og Andy Gray er rættiliga ivaleysur í, at uppsøgnin fyrst og fremst skyldast, at sjónvarpsrásin ynskir, at Jamie Redknapp og Ben Shepard skulu vinna fram, sum viðmerkjarar.

 

Sambært Daily Mirror, so hevur Andy Gray sett seg í samband við sínar sakførarar, fyri at kunna stevna Sky Sports.