Í kvøld eru fótbóltsspælararnir í Fuglafirði farnir í summarfrí. Lagið er gott, tí teir fara at halda frí eftir feskan 1-0 heimasigur á KÍ.
Eftir sigurin boðaði ÍF leiðslan frá, at ein nýggjur spælari verður í besta hópinum eftir summarsteðgin. Talan er um Andy Olsen, sum higartil hevur spælt við NSÍ. Hann hevur í kvøld skrivað undir avtalu við ÍF.
Andy Olsen, sum er føddur 3. desember 1984, hevur altíð spælt við NSÍ. Í fjør og aftur í ár hevur hann ikki fingið nógva spælitíð á besta liðnum, og nú fer hann altso til Fuglafirðar at royna seg.
Andy Olsen hevur spælt í álopinum og í síðunum ? oftast í vinstru síðu.