Eftir ætlan skuldi løgtingið í dag atkvøða um at seta Sólju í Ólavstovu í starv sum Løgtingsins Umboðsmann á triðja skeiði, men hesum hevur andstøðan nú fyribils forðað. Tingfundur skuldi byrjað klokkan 11, men varð ikki settur fyrr enn júst nú, klokkan 11.30.
Siðvenja er, at eingin atkvøðir ímóti uppskotinum til Løgtingsins Umboðsmann, men hetta krevur, at ein semja verður funnin, áðrenn málið kemur til atkvøðugreiðslu. Hetta er ikki eydnast hesa ferð, tí stóru flokkarnir í andstøðuni halda, at Sólja í Ólavsstovu, hevur sitið nóg leingi, nú hon hevur sitið í sessinum í tíggju ár.
Setanin av umboðsmanni stóð sum fyrsta mál á skrá á tingfundinum í dag, men andstøðan nýtti eina grein í tinglógini, sum sigur, at um seks tinglimir ynskja málið útsett, so má formansskapurin útseta atkvøðugreiðsluna, og tað er hetta, sum andstøðan hevur gjørt í morgun. Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava undirskrivað áheitanina um at fáa meiri tíð at finna eitt felags evni.
Skeiði hjá Sólju í Ólavsstovu gongur út við ársenda.