Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, var millum tey fyrstu, ið tóku orðið, tá orðið var frítt seinnapartin í gjár á Vaglinum.
- Hóast vit sum standa her ofta hava hvør sítt útgangspunkt, so er málið akkurát tað sama í hesum førum. Tað er at verja fólkaræðið í Føroyum móti tí, sum nú verður samtykt: gongdin til fámannaveldi, segði hann millum annað.
Sjálvur situr Bjarni Kárason Petersen í vinnunevndini, og hann vísti í røðu síni á, at hann tí fylgir væl við, hvat fólk halda um hetta uppskotið.
- Tað er nokkso sigandi, at vinnulívið og reiðararnir eru ovurfegnir um hetta uppskotið. Øll eru so himmalsk fegin, tí nú fara nøkur heilt fá at fá alt tilfeingi í Føroyum, sum er staðfest at vera fólksins ogn, segði hann.
- Teir ætla at strika uppboðssøluna, sum er einasti garantur fyri at tryggja, at tað ovurhondsstóra tilfeingisvirðið, sum teir ikki vilja áseta av góðum grundum, tí teir vilja ikki hava okkum at hoyra, hvussu nógv tað er vert, segði Bjarni Kárason Petersen.
- Eingin skilagóð forkláring
Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, tók orðið eina løtu seinni.
- Vit eru heimsins ríkasta tjóð uttan nakran iva í livandi náttúrutilfeingi. Vit fiska 700.000 tons av fiski um árið, sum svarar til 40 kilo um dagin til hvønn einasta føroying. Hvør kann ikki fáa eitt ríkt samfelag og ríkt lív burtur úr tí? spurdi hann retoriskt.
- Burturúr hesum kunnu vit vinna so nógv meira virði til komandi ættarlið. Tann serligi rætturin at sleppa fram at tilfeinginum má sjálvandi fella til fólkið í landinum. Tað má vera endamálið við allari skipanini, segði Høgni Hoydal.
- Eg dugi ikki at skilja, at tá vit nú hava samtykt, at útlendskur ognarskapur skal úr okkara tilfeingi og tað skal vera gjørligt hjá fleiri at bjóða seg fram at kring landið, hví vit so skulu bakka tað aftur. Tað finst eingin skilagóð forkláring upp á tað.
Uppboðssølan hevur fíggjað helvtina av landsins fólkaskúlum
Fyrrverandi løgmaður og tingmaður fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen nýtti eisini høvið at siga nøkur orð.
- Fyri tveimum árum síðani høvdu vit eina samgongu, sum avgjørdi, at útlendskur ognarskapur ikki kundi vera í sjálvum fiskiríkidøminum í Føroyum, og bara ein partur kundi seljast á uppboðssølu.
- Tað verður sagt, at tað at selja ein part á uppboðssølu er ein katastrofa. Hvønn er tað ein katastrofa fyri? Bara í ár hevur mann fingið 188 mió. krónur inn í landskassan. Tað fíggjar helvtina av øllum fólkaskúlunum í Føroyum. Er tað ein katastrofa? spurdi hann.
- Samgongan ætlar at gera loyvir, sum eru 12 ár. Tað fer at líkjast privatum ognarrætti. Tað er ikki bara brúksrættur, sum mann kann brúka, men mann kann eisini selja tað víðari privat dagin eftir, lógin er samtykt. Tað eru virðir fyri milliardir. Um nøkur heilt fá ár kunnu vit standa við tí, at vit hava nakrar fáar fyritøkur í Føroyum, sum útlendingar eiga. Tað haldi eg ikki er vegurin fram, segði Aksel V. Johannesen.
Til ber at síggja nakrar myndir frá tiltakinum HER.