GRUNDLÓG
Fólkslig undirtøka er loysunarorðið, nú nýggj grundlóg verður smíðað.
Undirtøkan skal tryggjast við einum grundlógarráði, og føroyingar skulu á val innan flaggdagin at velja 68 fólk kring alt landið í hetta ráðið, ætlar Høgni Hoydal landsstýrismaður við lógarmálum.
Men andstøðan tekur als ikki undir við hesum partinum av uppskotinum um grundlógarnevnd, sum er lagt fyri løgtingið. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava fingið uppskotið til hoyringar, og báðir flokkar vraka tankan um eitt serstakt fólkavalt grundlógarráð, ið skal skipa fyri vártingum sum í gomlum døgum.
? Uppskotið um grundlógarráð síggja vit ikki sum nakra loysn, tvørturímóti. Fólksligi parturin má kunna loysast á annan hátt, sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins í sínum stutta hoyringssvari.
Javnaðarflokkurin er eins avgjørdur og heldur als ikki, at ráð eru til eitt grundlógarráð.
? Ikki tí, fólksliga luttøkan og hoyringin eru av sera stórum týdningi, men at fara at velja 68 fólk í eitt ráð er alt ov trupult og alt ov kostnaðarmikið at fáast við. Og hvør vissa er fyri, at tey, sum vald verða, eru umboðandi fyri fólkið? spyr Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Hann undrast í somu vending á, at grundlógarráðið, sum er fólkavalt, bert skal fáa tilmælandi myndugleika, tí vanligt er, at fólkavald eisini fáa kompetansu.
Nevnd í staðin
Tað, sum er umráðandi, er at fólkið fær kunning og verður hoyrt, og tí hevur Javnaðarflokkurin eitt annað uppskot til, hvussu hetta verður framt. Flokkurin skjýtir upp, at grundlógarnevndin velur sær eina framløgunevnd av valdu nevndarlimunum, sum fær til uppgávu at leggja málið fram fyri fólkið. Skipast kann fyri fundum, oyggjatingum ella grundlógartingum runt landið, har uppskotini verða løgd fram, og har høvið síðan verður at kjakast um málið.
? Tá vilja tey, sum veruliga hava áhuga fyri málinum, møta upp og bera sjónarmið fram. Tað er eingin ivi um, at júst hesin hátturin vil geva tað breiðasta grundarlagið fyri tí fólksligu umboðanini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Óheppið heiti
Sambandsflokkurin vísir annars á, at grundlógarnevndin eigur at fáa annað heiti, eins og lógin, sum nevndin skal arbeiða við. Javnaðarflokkurin styðjar eisini hetta sjónarmiðið og mælir til, at heitið ikki frammanundan liggur fast.
? Grundlóg verður gjarna brúkt um grundleggjandi lógina í einum landi, sum hevur fullveldi. Tá hetta ikki er støðan hjá okkum, so kundu onnur heiti verið umhugsað, sigur Jóannes Eidesgaard og nevnir føroyalóg, evstalóg, stjórnarlóg ella stýrisskipanarlóg.