Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vilja seta ein kanningarstjóra at kanna byggigøluna í skúladepilinum í Hovi.
Kanningin skal ætlandi lýsa báðar síðurnar. Fyrisitingarliga partin og politiska partin.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur sagt í tinginum í dag, at landsstýrið viðger framvegis spurningin, hvat slag av kanning, landsstýrið vil hava.