Hóast allir tríggir andstøðuflokkarnir í felag løgdu fram misálitisuppskotið á løgmann í gjár, so restaðu tvær andstøðuatkvøður í, tá atkvøtt varð. Hergeir Nielsen og Karsten Hansen møttu ikki á fundi.
Tað kann ikki sigast at hava verið ein heilhjartað roynd hjá Tjóðveldinum og Miðflokkinum, tá teir í gjár royndu at fella løgmann við einum misálitisuppskoti. Tí um so var, so høvdu øll tingfólk møtt á fundi. Løgtingsformaðurin Hergeir Nielsen úr Tjóðveldinum og Karsten Hansen úr Miðflokkinum møttu ikki á fundi, og boð vórðu heldur ikki send eftir eykafólkum fyri teir. Sjálvstýrisflokkurin var hinvegin fullmannaður.
Tað er tó eitt rárt hendilsi, at løgtingið er fullmannað, men tá slík stórmál sum misálit eru frammi, átti støðan kanska at verið øðrvísi.
Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum var heldur ikki fullmannaður, tá tingfundur skuldi vera í gjár, tí Andrias Petersen og Hans Pauli Strøm vóru í páskaferiu. Men tá tað frættist um misálitisuppskotið frá andstøðuni, so mátti Javnaðarflokkurin langt niður á listan fyri at finna eykafólk at møta beinanvegin, so tað ikki skuldi verða orsøkin til, at løgmaður og landsstýrissamgongan fingu misálit frá løgtinginum. Tvey tey fyrstu eykafólkini vóru stødd ávikavist uttanlands og í Suðuroy, og tí vórðu boð send eftir Heðini Mortensen og Kristoffuri Gaardlykke, sum báðir møttu.
Sambært gerðabókini hjá Løgtinginum, so møttu løgtingsmenninir Hergeir Nielsen og Karsten Hansen, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður og løgmaður ikki á fundi. Atkvøðugreiðslan vísti, at 11 tingfólk atkvøddu fyri misálitisuppskotinum, andstøðan hevur 13 tingfólk, og at 19 atkvøddu ímóti, samgongan hevur 20 tingfólk. Tað framgongur ikki av gerðabókini, hvør samgongulimur ikki møtti til atkvøðugreiðsluna, men tað er so onkur, sum kortini skrivaður fyri at hava møtt á fundi.










