Andstøðan skipað seg í valbólk

Bæði samgongan og andstøðan dyrgdu eftir Sjálvsstýrisflokkinum til valbólk, og andstøðan fekk hann á Teir tríggir floksformenninir í andstøðuni, Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Kári P. Højgaard, siga í tíðindaskrivi, at flokkarnir eru samdir um at royna miðvíst andstøðusamstarv.

-Valbólkurin hjá andstøðuni kann fáa meirilutan og harvið formansskapin í fleiri týðandi løgtingsnevndum, umframt borgarans vegna at hava vakið eyga við samgonguni í øllum nevndum, skriva teir tríggir.

Teir siga seg undrast á áralagið í samgonguni og vænta, at neyðugt verður hjá landsstýrinum at fáa tryggja sær undirtøku frá andstøðuni í fleiri málum fyri at fáa tey samtykt.

-Men andstøðan er eisini til reiðar at náa breiðar semjur um størri mál, ið helst skulu røkka longur enn til løgtingsval, stendur at lesa í tíðindaskrivinum frá teimum trimum formonnunum.

Í seinasta valskeiði var Sjálvstýrisflokkurin í valbólki við táverandi samgongu.