Formaðurin í Javnaðarflokkinum er avgjørdur.
?– Landsstýrismaðurin í innlendismálum er ein trupulleiki í hesum málinum, men tann størsti trupulleikin er løgmaður sjálvur, tí hann hevur sæð millum fingrarnar við øllum tí, sum er farið fram í hesum málinum, sigur Aksel V. Johannesen.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum heldur, at bæði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og kanska eisini Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna í málinum um Eysturoyartunnilin.?
Eins avgjørdur er formaðurin í Tjóðveldi:
– Tað er greitt, at løgmaður má leggja frá sær, og at bæði hann og Kári P. Højgaard mugu ábyrgdast fyri at hava brotið sínar skyldur sambært lóg um ábyrgd landsstýrisins, sigur Høgni Hoydal.
Sambært formanninum í Tjóðveldi hevur andstøðan hevur verið klár við misáliti leingi.
– Men vit hava sjálvandi ansað eftir, at vit ikki geva samgonguni høvi at reinvaska landsstýrismannin við at atkvøða ímóti og harvið óbeinleðis geva honum álit. Og vit hava viljað havt alt fram, og hava brúkt øll amboð til tess. Landsstýrismálanevnd, fyrispurningar, trýst, egnar kanningar og annað, sigur Høgni Hoydal.
Eisini formaðurin í Framsókn vil hava stórvask á ovastu rókum í Tinganesi.
- Undir leiðsluni hjá løgmanni er alt trúvirðið hjá politisku skipanini syndrað.?Eitt er, at politisku handfaringarnar av stórmálum eru púra burturvið. Eitt annað er, at vit heldur ikki longur kunnu hava álit á, at málsviðgerðirnar í landsstýrinum eru eftir bókini, sigur Poul Michelsen.
Sambært formanninum í Framsókn má Kári P. Højgaard leggja frá sær orsakað av teirri bæði illgrunaverdu og høpisleysu handfaringini av málinum um Skálafjarðartunnilin. Men tað er ikki nóg mikið, heldur hann.
– Løgmaður má fara sama veg. Føroyar hava ovur stórar avbjóðingar at stríðast við og kunnu ikki liva við tí aktuella politiska ófriðinum. Tann ófriðin eigur løgmaður og ikki bara landsstýrismaðurin, sigur formaðurin í Framsókn, og heldur fram:
– Á øllum frontum er so stórt kaos: Løgmaður er nú í beinleiðis stríði við føroyska fólkið. Ein løgmaður, sum er í stríði við fólkið, kann ikki loysa tær stóru uppgávurnar, sum samfelagið og politiska skipanin skulu loysa, sigur Poul Michelsen.