Tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 skal til 2. viðgerð í Løgtinginum í næstu viku, kemur andstøðan í fíggjarnevndini við eini alternativari fíggjarlóg.
Talan verður um eina fíggjarlóg, ið inniber munandi minni hall enn uppskotið frá samgonguni.
Hetta verður serliga gjørt við, at andstøðan raðfestir fleiri mennandi og vakstrarskapandi íløgur kring landið, saman við tálman av rakstrarútreiðsluvøkstrinum hjá tí almenna og nýggjum inntøkum.
Alneyðugt er at fremja veruligar nýskipanir í føroyska samfelagnum. Bæði innan almenna fyrisiting, kommunur, skúlar, pensjón og fiskivinnuna. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at føroyingar fáa sum mest vælferð fyri tøka tilfeingið. Hartil neyðugt við eini skattaumlegging, ið vendir sosialt rætt.
Komandi árið fer andstøðan tí at leggja eina røð av uppskotum fyri á Løgtingi fyri at menna og nýskipa føroyska samfelagið.
Alternativa fíggjarlógin verður løgd fram í sambandi við, at álitið frá fíggjarnevndini verður lagt fyri á Løgtingi í næstu viku.
Á Løgtingi, 20. januar 2012
---------------------------------
Kristina Háfoss, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen









