ANDRÓÐUR! – Álit um Bústaðapolitik Landsins

Í fororðinum til ”Álit um Bústaðapolitikk Landsins frá oktobur 2012” stendur soleiðis:

”Okkara visjón er, at allir føroyingar hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað. Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi. Bústaðapolitikkur er tí vælferðarpolitikkur og øvugt.”

Og seinast í álitinum er samanumtøka:

”Samanumtikið vil Bústaðapolitikkur Landsins tryggja fjølbroyttar og tíðarhóskandi bústaðir til fólk í Føroyum og fáa størri umferð í bústaðamarknaðin.

Harumframt er Bústaðapolitikkur Landsins ein týðandi liður í at avmarka fólkafráflyting, at tryggja, at kvinnur í størri mun fáa frælsi at liva og virka í føroyska samfelagnum, og at virka fyri størri kapitali til føroyska samfelagið, bæði umvegis beinleiðis fígging frá Føroya Bústaðafelag, men eisini við, at íleggjarar nú í størri mun kunnu gera íløgur í Føroyum heldur enn uttanlands.”

Skuffuálit.

Nú eru liðin 12 ár, men lítið og einki er hent.  Hetta sær einaferð aftur út til at vera eitt av mongu álitunum, sum fylla skuffurnar í ymisku ráðunum. Vøkur, men virðisleys orð, sum eingin fólkavaldur ella annar enn hevur verið mentur at fremja í verki.

Lutaíbúðir v.m.

Nú er nakað síðan, farið varð at tosa um lutaíbúðir av álvara, og fyri stívum ári síðan varð felag stovnað fyri at royna at bøta um íbúðatrupulleikan, serliga fyri tann samfelagsbólkin, sum hevur ilt við at seta føtur undir egið borð.

Tað er í mínum eygum stór skomm at vísa sína ómegd, soleiðis sum løgtingið gjørdi í farnu viku, við at beina eitt neyðugt og grundleggjandi uppskot aftur í nevnd – og skylda upp á løgtingsgrannskoðararnar. Tí tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at fingið Bústøðum neyðugan pening, um viljin og hugflogið sluppu á flog. Fellur uppskotið burtur? Hvat man búgva undir?

Andróður.

Vit hava samskift við lands- og kommunalpolitikkarar, við fíggjarstovnar, við fyritøkur, við yrkisfeløg og við arbeiðstakarar, ið siga seg taka undir við ætlanini. Summi svara játtandi, onnur svara, onnur øna okkum ikki aftursvar. Men frá spøkum viðráki í fyrstuni kenna vit tað nú, sum um vit rógva í hørðum andróðri. Hvør fær vent rákinum? Meðan gjógvin verður breiðari?

 

Hans J. Hermansen