Í hesum døgum luttekur 20 ára gamli Andrias Reinert Hansen av Oyri í eini altjóða kapping, sum Fjällräven skipar fyri. Talan er um kappingina Fjällräven Polar 2014, har vinningurin er ein túrur norðaliga í Noregi við hundasletu. Tilsamans 20 fólk sleppa henda túrin, og tað gera tey við at fáa atkvøður um heimasíðuna hjá Fjällräven. Frá hvørjum landi sleppa tveir luttakarar.
- Tað var av tilvild, at eg las á internetinum um hesa kappingina, men so skjótt eg sá tað, visti eg, at hetta var akkurát nakað fyri meg. So eg gjørdi eitt videobrot og sendi tað inn, greiðir Andrias Reinert Hansen frá.
Týsdagin í næstu viku er freistin úti at atkvøða. Enn hevur Andrias fingið flestar atkøður og er sostatt tryggjaður at sleppa við á serstaka hundasletutúrin, sum fer fram yvir fýra dagar í apríl mánaði næsta ár.
- Eg vóni veruliga, at eg kann sleppa við á henda túrin, tí eg ímyndi mær, at tað er ein fantastisk uppliving. Eitt er, at eg sleppi at ferðast í ótrúliga vakrari náttúru, men eg skal eisini stýra eini hundasletu og vera saman við fólkum úr ymsum londum. Tað er ótrúliga spennandi, fortelur Andrias Reinert Hansen eldhugaður.
At Andrias Reinert Hansen er føroyingur men luttekur undir donskum flaggi í kappingini, hevur fingið ilt í onkran danskara.
- Ein, sum eisini hevði meldað seg til kappingina, men sum var og er framvegis langt aftastur í atkvøðum, fór til donsku fjølmiðlarnar og gramdi seg um, at føroyingar altíð standa seg væl í kappingum við atkvøðuavgreiðslu. Tað stuttliga er, at tað einasta tað gjørdi, var, at eg fekk enn fleiri atkvøður, fortelur Andrias Reinert Hansen og flennir.
Ein annar, sum hinvegin er beint í hølunum á Andriasi Reinert Hansen, hevur verið alment frammi og fortalt, at hann ikki vil tapa ímóti einum føroyingi.
- Í sambandi við tilmeldingina spurdi eg meg fyri hjá Fjällräven, um eg skuldi melda meg til undir ”Danmark” ella ”Other countries”, so eg havi ikki gjørt nakað skeivt, og eg haldi tað er stuttligt, at onkrir danskarar ilskast inná mína luttøku, sigur Andrias Reinert Hansen.
Til ber at lesa meira um Andrias Reinert Hansen og hansara áhuga fyri túrum í náttúruni í Sosialinum hetta vikuskiftið ella við at trýsta her
Fyri at atkvøða fyri Andriasi Reinert Hansen kanst tú trýsta her