Fjórða umfar av árligu TF-vetrarkappingini varð runnið vesturi í Vágum í gjár, har tey í opna bólkinum runnu ein tein, ið var knappar 12 kilometrar. Tað skrivar heimasíðan hjá Frælsum Ítrótti Føroya, fif.fo.
Øll tey kendu vóru ikki við – Jan Elmar Sørensen er á venjingarlegu í Suðurafrika og Marnar Djurhuus er skaddur – og tað skuldi vísa seg at gerast ein dystur ímillum tveir brøður, nevniliga Eirik og Andrias Hansen, sum tó høvdu leingi við at rista tann unga Julian Gregersen av sær.
Andrias fekk at enda eitt hol og vann við 10 sekundum ímóti bróðurinum. Julian bleiv nummar trý. Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø, sum er í stórformi, frammanfyri veteranin Rigmor N. Arge. Annika Thomsen bleiv nummar trý.
Hjá gentum vann Maria Biskopstø, hjá dreingjum Hans Eihilt Sivertsen og hjá unglingum Julian Gregersen. Fimta umfar verður í Hoydølum um tvær vikur. Tá verður samstundis FM í lendisrenning.
Øll úrslitini eru at síggja HER.










