Føroyski verjuskansin hevur nú skotið sítt fyrsta mál í einum kappingardysti fyri Wisla Plock.
Tað hendi í kvøld, tá Wisla Plock á heimavølli vann 3-2 á Ruch Chorzow í dysti í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Andrias legði Wisla á odda 1-0 í 21. minutti, tá hann fangaði ein leysan bólt í fimmmetursteiginum hjá Ruch Chorzow og beindi hann í netið.
Wisla legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar svaraði Ruch Chorzow aftur.
Men væl í tíðini dómarin hevði lagt aftrat legði Piotr Krawczyk Wisla á odda 3-2, og tá megnaði Ruch ikki at svara aftur.
Andrias hevði í 86. minutti ein góðan møguleika at leggja Wisla á odda 3-2.
Wisla Plock er nummar fýra í deildini við 16 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, Termalica sum hevur 19 stig.
Komandi leygardag klokkan 16 hevur Wisla Plock heimadyst móti Tychy.
HER ber til at síggja málið hjá Andriasi og hini hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá Wisla Plock á Ruch Chorzow:
##med2##