Andrias Petersen deyður

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Andrias Petersen, doyði brádliga í gjár 71 ára gamal

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Andrias Petersen, doyði brádliga í gjár 71 ára gamal

 

Andrias Petersen varð føddur 8. juni í 1947 í Klaksvík, sonur Marinu og Arna Petersen í Klaksvík.

 

Hann var giftur við Katrin, f. Zachariassen av Sandi, og tey búðu í Gøtu, har hann í mong ár starvaðist sum kommunulækni.

 

Í 1977 tók hann læknaprógv og í 1980-84 tók hann serlæknaprógv í almennum medisini.

 

Hann fór í starv sum kommunulækni í Gøtu og Leirvík í 1985 til hann fór frá fyri aldur.

 

Politiska yrkisleiðin hjá Andriasi Petersen byrjaði, tá hann gjørdist landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin 15. september í 1994, tá Edmund Joensen skipaði landsstýri. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og nýggja Verkamannafylkingin skipaðu tá samgongu.

 

Andrias Petersen stillaði upp á valinum í 1998, men var ov stuttur. Í 2002 varð hann valdur í Løgtingið og somuleiðis í 2004 við 451 atkvøðum, næstflesar í Eysturoyar valdømi.

 

Andrias Petersen stillaði seinastu ferð upp á løgtingsvalinum í 2008, tá Føroyar vórðu blivnar eitt valdømi. Tá gjørdist hann nummar sjey á listanum, sum tá bara fekk seks tingfólk. Men flokkurin kom í samgongu, sum varð skipað við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum. Tá kom Andrias á ting sum varamaður og sat fram til løgtingsvalið í 2011, tá hann valdi at gevast í politikki.

 

Hann sat á tingi í góð níggju ár og tvey ár í landsstýrinum sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá 1994-96.