Andrias Edmundsson og liðfelagarnir vunnu á útivølli

Wisla Plock er fjórðfremst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock spældi í dag á útivølli móti Warta Poznan í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Hesaferð byrjaði Andrias á beinkinum, men hann kom á vøllin í 75. minutti.

 

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna dystin 2-1.

 

Poznan legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði spanski, Jorge Jimenez fyri Wisla Plock.

 

Dominik Kun skoraði sigursmálið hjá Wisla Plock miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Wisla Plock er eftir tvey umfør fjórðfremst í deildini við fýra stigum fyri tveir dystir.

 

Komandi leygardag tekur Wisla Plock móti Chrobry Glogow á heimavølli.