Andrias og liðfelagarnir eru nú fjórðfremst

Gamli KÍ og B36 áleyparin, Valerijs Sabala skoraði sigursmálið fyri Chojniczanka

Andrias Edmundsson undan dagsins dysti móti Stezyca (Mynd: Chojniczanka)

Landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka eru nú fjórðfremst í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini við 41 stigum.

 

Í dag vann Chojniczanka á útivølli 2-1 á Stezyca. 

 

Stezyca legði seg á odda tá 25 minuttir vóru leiktir. 11 minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi Stezyca sjálvmál, og var støðan 1-1. 

 

Sigursmálið skoraði gamli KÍ og B36 áleyparin, Valerijs Sabala úr Lettlandi tá 64 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Komandi leygardag klokkan 18 hevur Chojniczanka heimadyst móti Hutnik Krakow.

 

Tað eru sjey umfør eftir at leika í triðbestu pólsku deildini, og málsetningurin hjá Chojniczanka er fyrst og fremst at vera millum seks tey fremstu liðini, so teir fáa møguleikan at spæla dystir um uppflyting til næstbestu deildina. 

 

 

 

Andrias Edmundsson undan dagsins dysti móti Stezyca (Mynd: Chojniczanka)