Andrias og Chojniczanka leiktu javnt á útivølli

Minni enn trý samdøgur aftaná góða avrikið móti Kekkia var Andrias Edmundsson aftur á vøllinum fyri Chojniczanka

Andrias Edmundsson leikti sera væl í føroysku verjuni í tepra 0-1 tapinum fyri Kekkia í EM-undankappingardystinum í Pflzen farna sunnudag.

 

Í dag leikti Andrias Edmundsson allan dystin fyri Chojniczanka, ið leikti javnt 1-1 móti Sandecja Nowy á útivølli í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini. 

 

Kamil Slaby legði Chojniczanka á odda tá 78 minuttir vóru leiktur, men bert sjey minuttir seinni javnaði Sandecja Nowy til 1-1.

 

Undan dagsins dysti hevði Chojniczanka vunnið fýra dystir á rað. Chojniczanka eru ósigraðir í seks teimum seinastu dystunum í triðbestu pólsku deildini.

 

Chojniczanka er nummar átta í deildini við 19 stigum. 

 

Sunnudagin hevur Chojniczanka heimadyst móti Jastrzebie.